Um eina løtu fer kvinnulandsliðið á vøllin til ársins seinasta heimadyst, og byrjunaruppstillingin er nú klár
Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur nú sett nøvn á tær 11, sum byrja dystin móti Ungarn á Tórsvølli kl. 18.00. Samanborið við dystin móti Ukraina hóskvøldið, eru tríggjar broytingar gjørdar frá byrjan. Talan er um Duritu Hummeland og Leu Lisberg, sum hesaferð fáa møguleikan frá byrjan, umframt Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir, sum aftur er klár at byrja á føroyska miðvøllinum. Hetta merkir samstundis, at Maria Biskopstø og Sanna Svarvadal ikki byrja inni í kvøld, umframt at Olga Kristina Hansen er rakt av skaða og tí ikki er tøk.
Føroyska liðuppstillingin móti Ungarn:
Óluva A. Joensen – Kára Djurhuus, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Durita Hummeland – Heidi Sevdal, Jensa K. Tórolvsdóttir, Ásla Johannesen, Julia Naomi Mortensen – Lea Lisberg
Dysturin móti Ungarn byrjar á Tórsvølli klokkan 18.00, og atgongumerki kunnu keypast á www.fsf.fo. Harumframt verður dysturin eisini vístur á Rás1 hjá Televarpinum.