Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Jón Pauli Olsen hevur sett navn á tær fyrstu 11, ið byrja á vøllinum í kvøld ímóti Norðurírlandi
Klokkan 19:30 í kvøld spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum seinasta dystin undankappingini til HM 2015. Dysturin verður spældur á Mournewiev Park í Lurgan í Norðurírlandi, og nú fáa tímar áðrenn fyrsta bríksl hevur venjarin, Jón Pauli Olsen, sett navn á tær fyrstu 11, ið byrja á vøllinum fyri Føroyar.

Randi S. Wardum verður í mál, og í føroysku verjuni verða Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen og Oddrún Danielsen. Á miðvøllinum verða Ansy Sevdal, Anna S. Brimnes, Fríðrún Danielsen og Rannvá B. Andreasen. Síðani verður Eyðvør Klakstein beint frammanfyri føroyska miðvøllin, meðan Heidi Sevdal verður í álopinum.

– Fyrst og fremst fara vit eftir tí eina stignum. Men vit vænta ein harðan dyst, tí tær norðurírsku eru kropsliga væl fyri. Kortini skulu vit tora at halda uppá bóltin og royna at spæla meir enn vit plaga, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.