Pætur Smith Clementsen hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Íslandi klokkan 17:00
Í dag klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðnum HM-undankappingardyst ímóti Íslandi á Tórsvølli. Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú stutt undan fyrsta bríksli er greitt, hvørjar tær fyrstu 11 eru, ið Pætur Smith Clementsen, venjari, setir á vøllin.
Jóna Nicolajsen verður í mál. Í verjuni byrja Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Rannvá B. Andreasen og Katrina Akursmørk. Á miðvøllinum verða Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Arnborg Lervig, Eyðvør Klakstein og Ásla Johannesen, meðan Heidi Sevdal verður í álopinum.
Á bonkinum frá byrjan vera Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja R. Simonsen, Margunn Lindholm, Rebekka E. Danielsen, Jacoba Langgaard og Guðrið Poulsen.
Atgongumerki til dystin kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Atgongumerkini eru eisini ein lutaseðil. Vinningurin er ein familjuferð fyri 2 vaksin og 2 børn við bilin til Danmarkar í summar við Norrønu.