Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið, sum seinnapartin í dag byrjar á vøllinum ímóti Skotlandi á Fir Park í Motherwell, ið er heimavøllurin hjá Gunnari Nielsen
Klokkan hálvgum seks seinnaprtin í dag stendur enn ein stór uppgáva fyri framman hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum. Mótstøðuliðið í dag er Skotland, ið saman við Svøríki liggur langt fremst í HM-undankappingarbólki 4.
– Skotland er nærum líka sterkt sum Svøríki, so tað verður ein harður dystur, har vit verða trýstar heilt aftur. Tí ræður um hjá okkum, at verja væl og síðani satsa uppá kontra. Skotland hevur møguleika at koma víðari, so tær hava brúk fyri at skora nógv mál, og ta fara tær heilt sikkurt eftir, sigur Malena Josephsen, liðskipari á føroyska liðnum.
Landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen, hevur sett liðið sum byrjar á vøllinum á Fir Park í Motherwell, ið er heimavøllurin hjá landsliðsmálverjanum hjá monnum, Gunnari Nielsen.
Tær fyrstu 11 eru hesar:
Randi S. Wardum, Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Oddrún Danielsen, Íðunn Magnussen, Ansy Sevdal, Eyðvør Klakstein, Rannvá B. Andreasen, Fríðrún Danielsen og Heidi Sevdal.
– Vit taptu við fimm málum, tá Skotland vitjaði á Tórsvølli í fjør, so tað sigur seg næstan sjálvt, at hetta verður ein trupul uppgáva fyri okkara leikarar. Men vit fara sjálvandi at gera okkara besta, og so mugu vit bara vóna, at tað røkkur til eitt gott úrslit. Bosnia tapti 7-0 her, so tað sigur eitt sindur um, hvussu sterkar tær skotsku kvinnurnar eru, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.
HM-undankappingardysturin millum Skotland og Føroyar verður bríkslaður í gongd kl. 17:30 á Fir Park Stadion í Motherwell. Fyriskipararnir vænti eini 2.000 áskoðarar til dystin.