Aftur í ár verður talan um eina drúgva kapping í Betri Deildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 10. mars. og ikki fyrr enn 26. oktober verður FM-steypið handað

Um góðar tveir mánaðar fer bólturin aftur á rull í Betri Deildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður sunnudagin 10. mars, og síðani verða fimmtan umfør á skránni, áðrenn kapppingin fer í summarsteðg sunnudagin 30. juni.

 

Dagin fyri ólavsøkuaftan verður lagt til brots aftur, tá 16. umfar verður spælt. Ólavsøkudystirnir í ár verða AB – EB/Streymur, B36 – Víkingur og HB – TB. Hinir báðir dystirnir í 16. umfari eru Skála – ÍF og NSÍ – KÍ.

 

Landskappingin í Betri Deildini hjá monnum endar leygardagin 26. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: Skála – EB/Streymur, AB – HB, TB – Víkingur, B36 – KÍ og NSÍ – ÍF.

 

Øll skráin fyri Betri Deildina 2019 hjá monnum sæst her: Betri Deildin menn 2019