Í samráð við myndugleikarnar er avgjørt, at A-landsdystirnir hjá monnum millum Føroyar og Ísland fríggjadagin, og Føroyar og Liktinstein mánadagin, verða spældir uttan áskoðarar
——————
– Tað er sjálvandi sera harmiligt, at vit ikki kunna loyva áskoðarum til hesar báðar dystirnar, sum nú eru á skránni. Vit eru eisini spent til at taka nýggju langsíðuna í brúk, men hetta má so bíða til heimadystirnar í heyst, sigur aðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.
Í morgin, fríggjadagin 4. juni klokkan 19:45 spælir A-landsliðið við monnum fyrsta venjingardystin á heimavølli í 17 ár. Men tíverri sleppa ongir áskoðarar til dystin, og tað sama er galdandi til venjingardystin móti Liktinstein komandi mánadag, og U21 EM-undankappingardystin á Svangaskarði týsdagin 8. juni, har armenar koma á vitjan.
– Vit ynskja at vera ein viðspælari í stríðnum móti korona, og vilja saman við myndugleikunum gera okkara, so smittan kann fáast burtur úr føroyska samfelagnum sum skjótast.
– Hetta órógvar okkara virksemi rættuliga nógv, og tað kemur tískil sera illa við, men vit vilja altíð gera okkara part fyri at basa korona, sigur Virgar Hvidbro.
Tey, ið hava keypt atgongumerki til landsdystirnar móti Íslandi og Liktinstein fáa peningin afturrindaðan á gjaldskortið, ið er nýtt í samband við keypið.