Ein broyting er longu á landsliðsúttøkuni hjá Lars Olsen. Miðverjin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, hevur brotið hondina. Í hansara stað er Heini Vatnsdal, somuleiðis úr HB, úttikin
Fyrr í kvøld kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hvørjir teir 23 eru, sum skulu spæla móti Norðurírlandi og Ungarn. Landsliðsvenjarin boðaði longu tá frá, at tað møguliga fór at koma ein broyting, tí Jóhan Troest Davidsen fór av vøllinum í dag við skaða í hondini.

Tað er nú greitt, at Jóhan Troest hevur brotið hondina og skal ganga við gipsi næstu fýra til seks vikurnar, og verður tískil ikki við í hópinum til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Ungarn. Inn fyri hann er komin miðvallarin, Heini Vatnsdal. Heini misti plássið til landsdystin móti Finnlandi, men er nú við aftur.

Hópurin til komandi landsdystirnar sær soleiðis út:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36

Verja:
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Viljormur Davidsen, Vejle (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Ålgård (NOR)
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Ári Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DEN)
Bárður Hansen, Víkingur

Miðvøllur:
Fróði Benjaminsen, HB
Gilli Sørensen, AaB (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Kaj Leo í Bartalstovu, Levanger (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Hallur Hansson, Víkingur
Brandur H. Olsen, FCK (DEN)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Heini Vatnsdal, HB

Framherji:
Jóan Símun Edmundsson, HB
Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur
Páll A. Klettskarð, KÍ

Leygardagin 11. oktober spælir føroyska A-landsliðið á Windsor Park ímóti Norðurírlandi, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 14. oktober vitjar Ungarn á Tórsvølli.