Liðið til dystin í kvøld móti Serbia er sett. Dánjal á Lakjuni og Heini Vatnsdal avloysa Karl Løkin og Klæmint A. Olsen, ið hava leikbann
Heini Vatnsdal, ið til dagliga spælir við FC Suðuroy, avloysir Karl Løkin á miðvøllinum

Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar, hava sett nøvn á teir fyrstu 11, ið byrja á vøllinum í kvøld klokkan 19:00, tá føroyska U21-landsliðið tekur ímóti Serbia.
Dysturin verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali í Havn. Talan er um EM-undankappingardyst til europameistaraheitið fyri U21-landslið, sum verður í Ísrael komandi ár.

Í mun til dystin fríggjadagin móti Makedonia, eru tvær broytingar gjørdar millum teir fyrstu 11. Karl Løkin og Klæmint A. Olsen eru leikbannaðir, og kunnu tí ikki vera við, í teirra stað koma Heini Vatnsdal og Dánjal á Lakjuni í staðin.

Kristian Joensen verður í málinum, og í verjuni verða Viljormur Davidsen, Erling Jacobsen, Rógvi S. Holm og Rene S. Joensen.
Miðvøllin manna Gilli Sørensen, Róaldur Jakobsen, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Jóan Símun Edmundsson.
Heilt har frammi verður Dánjal á Lakjuni.

Serbia er munandi betri enn Makedonia, og tí verður tað eitt meira verjukent lið ið ferð á vøllin í kvøld, í mun til dystin fríggjadagin ímóti Makedonia.

Føroyar eru í bólki 4, saman við Serbia, Danmark, Norður Írlandi og Makedonia. Tvey lið fara víðari til endaspælið, og sum stigatalvan sær út í løtuni, so verða tað serbar og makedonar ið fara til Ísrael komandi ár. Men Danmark er eisini væl við í kappingini, og tað er als ikki óhugsandi, at danir verða við til endaspælið, og ikki Makedonia.


Dánjal á Lakjuni