Lars Olsen hevur sent boð eftir 21 leikarum úr heimligu kappingini til venjing á Tórsvølli næstu tvær vikurnar í sambandi við EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi
Fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin ímóti grikkum, sum verður í Athen um góðar tríggjar vikur, byrja av álvara longu mánadagin í komandi viku.
Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, landsliðsvenjarar, hava sent boð eftir 21 leikarum úr heimligu kappingini til venjing á Tórsvølli næstu tvær vikurnar. Venjingarnar verða mánadag, mikudag og hósdag kl. 18:00.
Teir 21, ið eru boðsendir, eru hesir:
Hørður Askham, Róaldur Jakobsen, Alex Mellemgaard og Tórður Thomsen, B36.
Hans Jørgensen, B68.
Arnbjørn Hansen og Jónas Tór Næs, EB/Streymur.
Fróði Benjaminsen, Jóan Símun Edmundsson, Teitur M. Gestsson, Levi Hanssen og Heini Vatnsdal, HB.
Páll A. Klettskarð, KÍ.
Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen, NSÍ.
Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen, Bárður Hansen, Hallur Hansson, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur.
20 leikarar verða úttiknir til endaliga hópin, ið fer til Grikkaland. Har ímillum vera eisini leikararnir, ið spæla uttanlands, og sum tí ikki luttaka í venjingunum á Tórsvølli komandi vikurnar.
EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður í Athen fríggjadagin 14. november, kl. 19:45, føroyska tíð.