Meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa nøkur kilo og sterkari beinagrind eru bara nøkur av lýsingarorðunum, ið kunnu berast teimum, sum taka lut í heilsufótbólti. FSF ynskir at fáa enn fleiri at luttaka

– Endamálið við at fáa fleiri at taka lut í Heilsufótbólti er heilt einfalt at fáa fleiri av teimum, sum ikki spæla regluliga kappingar og dystir, kortini at gerast aktiv í fótbólti. Tað er eisini prógvað, at tey blíva betri fyri kropsliga, og tað er gott fyri likam og sál, sigur Christina Ravnsfjall, samkipari hjá FSF.

 

Í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum undir at varpa meira ljós á heilsufótbólt, ella fótbólt fitness, sum tað eisini verður kallað. Í løtuni eru sjey feløg, ið skipa fyri heilsufótbólti tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Men vónin er, at fleiri koma við, bæði feløg og íðkarar.

 

Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

 

– Umframt tað kropsliga, so eru afturmeldingarnar frá teimum, ið taka lut í heilsufótbólti, at tað er sera sosialt og stuttligt í allar mátar. Og sum sagt, øll kunnu luttaka. Royndir hava einki at siga. So tað ræður bara um at halda seg fram at og møta upp, sigur Christina Ravnsfjall við heimasíðuna hjá FSF.

 

Yvirlitið yvir feløgini, sum í løtuni bjóða Heilsufótbólt, sæst her: Heilsufótbóltur / Venjingartíðir