Starvsnevndin hjá FSF hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt álit um heilsufótbólt
Í fleiri londum hevur heilsufótbóltur vunnið frama millum manna. Talan er um átak, sum skal fáa fleiri fólk at spæla fótbólt á stuttleikastøði og ikki í skipaðari kapping.
Heilsufótbóltur vísir seg at viðføra hægri livigóðsku, og harumframt minkar hann um vandan fyri sukursjúku, hjartasjúkum og øðrum.
Somuleiðis kann eitt slíkt átak skapa størri virksemi úti í feløgunum við fleiri limum og fleiri álitisfólkum.
Starvsnevndin hevur sett ein arbeiðsbólk at gera eitt álit. Í bólkinum sita Róin Schrøter, Álvur Hansen, Elmar Ósá, Petur Simonsen og Terji Nielsen.