Eftir dystin móti Norðurmakedónia, vóru makedónsku miðlarnir á tremur við rósandi orðum um føroyska landsliðið og um føroyskan fótbólt sum heild. Størsta heiðurin eiga føroysku venjararnir, segði Håkan Ericson

——————

Fyrr í vikuni tapti føroyska A-landsliðið við monnum tepurt í venjingardysti móti Norðurmakedónia. Úrslitið gjørdist 1-0, men sæð yvir allar 90 minuttirnar, var talan um ein javnan dyst, ið kundi farið báðar vegir.

Aftaná dystin á Todor Proeski Stadion í Skopje varð skipað fyri tíðindafundi, og umframt at seta spurningar um ymiskt í samband við sjálvan dystin, vóru makedónsku miðlarnir eisini áhugaðir í føroyskum fótbólti sum heild.

Millum annað bleiv róð aftur á føroyska 1-0 sigurin hjá U21-landsliðnum í Norðurmakedónia fyri einum ári síðani, og fótbóltsspælið, innsatsurin og avrikið, ið føroyska manslandsliðið kom við hesaferð, bergtók makedónar.

Millum teir 8-10 journalistarnar, sum vóru á tíðindafundinum, vóru nakrir, ið vildu vita, hvussu tað ber til at føroyskur fótbóltur fær so mikið góð úrslit, sum vit fáa, sæð í ljósinum av, at í Føroyum búgva bara beint omanfyri 50.000 fólk.

Til hetta svaraði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, at størsta heiðurin og æruna fyri tað stóra arbeiði, sum verður gjørt í føroyskum fótbólti, eiga feløgini og venjararnir.

– Landskappingin í ár byrjaði við, at umfar 2 og 3 máttu útsetast fyri veður. Allíkavæl hava venjararnir megnað at hildið spælarunum til, og venjingarstigið hevur verið gott alla tíðina. So stórt rós til okkara dugnaligu venjarar kring landið, sum gera eitt fantastiskt arbeiði, segði Håkan Ericson millum annað við makedónsku fjølmiðlarnar.

Næst á skránni hjá manslandsliðnum eru EM-undankappingardystirnir móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli 17. og 20. juni. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Høvuðsvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, Håkan Ericson á Todor Proeski Stadion í Skopje í Norðurmakedónia – Mynd: Hans Erik Danielsen