Við tveimum málum frá Heidi Sevdal vann føroyska kvinnulandsliðið í dag 2-1 ímóti Georgia og hevur harvið spælt seg víðari í undankappingini
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt landslið spælt seg víðari úr einari undankapping, eftir at føroyska kvinnulandsliðið í dag vann 2-1 ímóti Georgia.
Undan dystinum var nokk við einum stigi, men við tveimum málum frá Heidi Sevdal, eitt í hvørjum hálvleiki, fingu føroysku kvinnurnar sigurin og øll trý stigini.
Eftir dystirnar ímóti Montenegro, Litava og Georgia hevur føroyska liðið fingið 7 stig, skotið 6 mál, meðan 4 ferðir er skorað ímóti føroyska kvinnulandsliðnum. Heidi Sevdal hevur skotið fýra mál fyri Føroyar, meðan Rannvá B. Andreasen og Íðunn Magnunssen hava gjørt hvør sítt mál í kappingini í Litava.
Seinni í dag spæla Litava og Montenegro seinasta dystin í kappingini. Vinnur Montenegro dystin verða tær nummar 1 í bólkinum, meðan føroyska liðið endar á 2. plássi.
Men av tí at tvey lið fara víðari til enn eina undankapping, sum verður skipað eftir sama leisti sum við undankappingini hjá monnum, er longu greitt, at Føroyar hava tryggjað sær víðari luttøku.
Týsdagin 16. apríl verður lutakast um, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu møta í HM-undankappingi, sum byrjar í september mánaða.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar seinnapartin í morgin, mikudagin.
Føroyska liðið í dag:
1. Randi Wardum, 3. Fríðrún Danielsen, 5. Bára S. Klakstein, 6. Eyðvør Klakstein (15. Doris í Garði Olafsdóttir, 89.min), 7. Rakul M. Johannesen, 8. Malena Josephsen (liðs.), 10. Heidi Sevdal, 12. Liljan av Fløtum Petersen, 13. Íðunn Magnussen (4. Lív Arge, 89.min), 14. Oddrún Danielsen og 17. Olga Kristina Hansen (9. Rannvá B. Andreasen 60.min).
Á bonkinum:
1. Nina Davidsen, 2. Maria K. Thomsen, 18. Laila Pætursdóttir og 11. Ansy Sevdal.