Undan toppdystinum í Betrideildini hjá kvinnum sunnudagin millum NSÍ og Víking, varð Heidi Sevdal kunngjørd sum besti spælari í august mánað


Fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum hevur verið um vikuskiftið. Leygardagin vórðu tveir dystir í bólki B, og sunnudagin vóru dystirnir í bólki A, har liðini stríðast um FM, spældir.

Og sum úrslitini háttaðu seg heldur NSÍ fast um oddasessin, men tað er rættuliga tætt millum fremstu liðini. Runavíkskvinnur eru fremst við 40 stigum, meðan KÍ og Víkingur hava 37 stig í part. Nummar fýra er HB við 27 stigum.

Áðrenn dystin við Løkin millum NSÍ og Víking var Heidi Sevdal kunngjørd sum besti spælari í august mánað. Heidi hevur í nógv ár verið ein av profilunum í bestu deildini í Føroyum, og í ár er einki undantak.

– Eg eri rættuliga bilsin av, at eg bleiv vald hesaferð, tí eg haldi, at fleiri av mínum viðleikarum líka so væl kundu fingið hendan heiður. Men eg eri samstundis errin og glað, tí tað er eitt stórt herðaklapp og ein viðurkenning at fáa. Somuleiðis er hetta ein heiður til mínar liðfelagar, tí eg haldi, at vit sum lið hava avrikað væl í eitt longri tíðarskeið, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru venjararnir hjá teimum átta feløgunum í Betrideildini hjá kvinnum, ið velja, og tá talt var saman hevði Heidi Sevdal fingið flest atkvøður. Næstar henni vóru Sara Samson Lamhauge úr NSÍ, Sunniva Willesmoes úr HB, og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi.

Í niðara bólkinum er B36 fremst við 19 stigum, fimm stig framman fyri Skála, sum hevur 14 stig á øðrum plássi. FC Hoyvík er nummar trý við átta stigum, og nummar fýra er TB/FCS/Royn við sjey stigum.

Úrslit (3. umfar í endaspælinum)
TB/FCS/Royn – Skála 0-4
B36 – FC Hoyvík 3-0
KÍ – HB 3-0
NSÍ – Víkingur 1-1

Myndir: Hans Erik Danielsen