Tað gjørdust Heidi Sevdal úr HB og Adeshina Lawal úr B36, ið fóru avstað við heiðurunum sum ársins spælarar 2014 hjá kvinnum og monnum
Í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya skipaði Miðlahúsið fríggjadagin fyri serligari fótbóltssending á Rás 2, har ársins spælarar 2014 í føroyskum fótbólti vórðu kjósaðir.

Og hjá monnum varð tað framherjin hjá føroyameistarunum úr B36, Adeshina Lawal, ið fór avstað við heiðurinum sum ársins spælari, meðan Heidi Sevdal úr HB varð vald til ársins spælari hjá kvinnum.

Í alt 18 spælarar vórðu heiðraðir, umframt at ársins lið hjá bæði kvinnum og monnum eisini varð valt.

Har afturat varð gullskógvurin handaður toppskjúttunum í EFFO-deildini og í 1. deild hjá kvinnum, og eisini varð Fair Play-steypið handað liðnum, ið hevur skikkað sær best á vøllinum í ár. Klæmint A. Olsen skoraði flest mál í fremstu deildini hja monnum, meðan Rannvá B. Andreasen vann gullskógvin hjá kvinnum. Fair Play-steypið vunnu føroyameistararnir úr B36.

Ársins málverjar:
Randi S. Wardum, KÍ
Teitur M. Gestsson, HB

Ársins verjuspælarar:
Malena Josephsen, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB

Ársins miðvallarar:
Fríðrún Danielsen, EB/Streymur-Skála
Lukasz Cieslewicz, B36

Ársins framherjar:
Heidi Sevdal, HB
Adeshina Lawal, B36

Ársins ungu spælarar:
Milja Simonsen, HB
Bárður J. Hansen, Víkingur

Ársins venjarar:
Alexander Djordjevic, KÍ
Sámal Erik ”Bagge” Hentze, B36

Ársins dómarar:
Elsa Andreassen
Lars Muller

Fair Play:
B36

Ársins spælarar:
Heidi Sevdal, HB
Adeshina Lawal, B36

Fleir myndir frá tiltakinum, sum var í No. 12 í nýggja FSF-húsinum, kunnu síggjast HER (www.in.fo)