Tað var eingin ivi, tá besti spælarin hjá kvinnum í apríl skuldi veljast. Stóri atkvøðuslúkurin og vinnarin gjørdist Heidi Sevdal hjá NSÍ


Hon hevur skorað heili 14 mál í seks teimum fyrstu landskappingardystunum í ár. Harumframt hevur hon lagt upp til fleiri mál og sum heild verið væl spælandi, og hetta sást væl aftur í atkvøðugreiðsluni, tá besti spælarin Betri Deildini hjá kvinnum í apríl skuldi veljast.

Tað eru venjararnir í Betri Deildini og umboð fyri miðlarnar, sum greiða atkvøðu. Og fyri apríl var sera breið semja um eitt navn: Heidi Sevdal. Umframt Heidi vóru Mona Rasmusdóttir úr Víkingi og KÍ-spælararnir Tóra Mohr og Eyðvør Klakstein eisini millum tær, sum fingu fleiri atkvøður, men toppskjúttin úr NSÍ var ikki til at fáa aftur.

– Eg eri sjálvandi sera errin av at fáa hendan heiðurin, og tað hevur nógv at siga fyri okkum øll rundanum liðið. Eingin leikari ger nakað einsamallur, men allar á liðnum gera sítt til, at vit kunnu spæla so væl sum gjørligt, og at vit kunnu skora nogv mál,so hesin heiðurin fer sjalvandi eisini til minar viðleikarar og venjaratoymið, sigur Heidi Sevdal.

– Sum ein av offensivu leikarunum fari eg inn til hvønn dyst við tí fyri eyga at vinna dystin, at gera mítt besta, at skapa malmøguleikar og at skora mál. Tað er eisini mín høvuðsuppgáva á liðnum, leggur hon afturat.

Hesa uppgávuna loysti Heidi eisini til fulnar í dagsins dysti, har NSÍ á heimavølli vann stórsigur móti EBS/Skála. Vespurnar vunnu heili 7-1, og Heidi skoraði ikki færri enn fýra mál.

Tað var Annika Due Jacobsen, starvsnevndarlimur í NSÍ, sum undan dystinum handaði Heidi eitt gávubræv á 1000kr frá matstovuni HAPS, umframt eina glasstandmynd, ið Betri hevur latið.

Niðanfyri eru myndir av Heidi úr dagsins dysti, sum Hjalmar Jóhan Juul hevur tikið.