Toppskjúttin í Betri Deildini varð í dag heiðrað í samband við, at hon er kosin besti spælarin í deildini farna mánað


Eingin tekur Heidi Sevdal. Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp fyri mai mánaða, mátti fínteljast fyri at gera mun á Eyðvør Klakstein úr KÍ og Heidi Sevdal úr NSÍ. Tær báðar hava sambært atkvøðugreiðsluni veruliga skarað framúr seinastu vikurnar, men tá saman um kom, var málslúkurin hjá runavíkingum aftur ovast.

Í samband við dystin hjá NSÍ móti TB/FCS/Royn í dag, varð Heidi Sevdal tí heiðrað við einari glasstandmynd, sum Betri hevur latið, umframt einum gávubrævi á 1000kr frá matstovuni HAPS.

Heidi gekk eisini á odda í dagsins dysti, sum NSÍ vann 6-0 móti suðringum; har skoraði hon nevniliga fyrsta málið í dystinum, og sostatt er hon nú komin upp á 19 mál í 11 dystum. NSÍ hevur nú 26 stig og er á øðrum plássi í deildini. KÍ er framvegis oddalið, tær hava 30 stig og hava spælt ein dyst færri enn NSÍ.