Eli F. Nielsen verður kortini ikki við, tá føroyska U21-landsliðið týsdagin skal royna seg á útivølli ímóti Týsklandi. Í staðin er Heðin Hansen úttikin til føroyska liðið

Beint áðrenn fráferð vóru U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham noyddir at gera eina broyting á føroyska U21-liðnum, ið komandi týsdag skal royna seg á útivølli ímóti Týsklandi.

Eli Falkvard Nielsen úr 07 Vestur er so mikið skaddur, at tað ikki verður mett, at 07 Vestur-leikarin verður førur fyri at spæla ímóti Týsklandi komandi týsdag. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Heðin Hansen úr Víkingi.

U21 EM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður spældur á Auestadion í Kassel týsdagin 15. oktober, kl. 17:30, føroyska tíð.