Við helvtini av atkvøðunum vann Heðin Hansen kappingini um besta málið í Effodeildini, skoraði í apríl mánað

Tað varð ein rættuliga greiður vinnari, tá atkvøðast skuldi um besta mál, skoraði í Effodeildini í apríl mánað.

Í góðar tvær vikur hevur verið møguligt at atkvøtt á heimasíðuni hjá FSF, um besta málið í Effodeildini, skorað í apríl mánað, og við helminginum av teimum næstan 900 atkvøðunum, vann Heðin Hansen, ið til dagliga spælir við Víkingi, heiðurin at hava gjørt besta mál í apríl mánað.

Málið gjørdi Heðin Hansen, tá hann við einum dundurskoti seint í dystinum, tryggjaði Víkingi ein tepran 3-2 sigur á grannunum úr ÍF.

Nummar tvey í atkvøðugreiðsluni um besta mál í apríl mánað, gjørdist Hans Pauli Samuelsen og nummar 3 varð Hjalgrím Elttør.

Tey fimm málini, ið atkvøðast skuldi um, kunnu síggjast her: