Við 22 prosentum av atkvøðunum, vann Heðin Hansen úr Víkingi, heiðurin, at hava skorað Ársins mál 2013 í Effodeildini
– Tað hevði eg ikki væntað, men tað er sjálvandi sera stuttligt at fáa hendan heiður. Eg minnst væl málið ímóti ÍF. Hetta var fyrsta mál hjá mær á besta liðnum hjá Víkingi, vanliga leiktíðin var farin, tá eg skoraði, og vit vunnu 3-2 ímóti fuglfirðingum, so tað kundi neyvan verið betri, sigur Heðin Hansen, tá hann fær at vita, at málið, ið ungi víkingurin skoraði millum Víking og ÍF tann 7. apríl í ár, er valt til Ársins mál 2013.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya hava føroysku fótbóltsfjeppararnir kunna atkvøtt, og eisini hava Serfrøðingarnir á fsf.fo, Tróndur Arge, Leivur Frederiksen, Jákup Ósá og Terji Nielsen, atkvøtt um besta málið í farna kappingarári.

Endaliga úrslitið gjørdist, at Heðin Hansen fekk 22 prosent av atkvøðunum, nummar tvey gjørdist Súni Olsen við 17 prosentum, meðan Dion Splidt og Ragnar Tausen fingu 16 prosent í part av samlaðu atkvøðunum.

Til dagliga arbeðir Heðin Hansen á Fiskavirkinum Haranga, í Gøtu, og á lítlari samkomu á maskinverkstaðnum á Haranga, fekk ungi víkingurin handað eina plátu og eitt gávukort á 1.000 krónur frá Effo.

– Sum heild eru vit nøgdir við árið í ár, sjálvt um Víkingur endaði á 5. plássi í Effodeildini. Men vit vunnu Løgmanssteypið, og spældu okkum víðari í Europa Cup, so eitt ella annað stað var tað í lagi. Kortini vóni eg, at vit komandi ár kunnu gera tað betri í landskappingini, segði Heðin Hansen, tá hávaksni víkingurin hevði fingið handað prógvið um, at hann hevði gjørt Ársins mál 2013 í Effodeildini.




 

Endaliga støðan:
1. Heðin Hansen, Víkingur (22%)
2. Súni Olsen, B36 (17%)
3. Dion Splidt, AB (16%)
3. Ragnar Tausen, TB (16%)
5. Øssur Dalbúð, (12 %)
6. Gunleif Olsen, 07 Vestur (10%)
7. Árni Frederiksberg, NSÍ (7%)

Í endaligu støðuni telja atkvøðurnar á heimasíðuni 50 prosent, og atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum (Leivur Frederiksen, Tróndur Arge, Terji Nielsen og Jákup Ósá) hini 50 prosentini.