Fríggjadagin spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesum árinum, tá ungu føroysku leikararnir skulu royna seg á útivølli ímóti Írlandi. Sambært Heðini Askham, venjara, er tað sera tídningarmikið, at okkara leikarar tora at spæla ímóti írum
Beinanvegin føroyska landskappingin endaði seinast í oktober, byrjaðu fyrireikingarnar hjá U21-landsliðnum av álvara til dystin á útivølli ímóti Írlandi.
Fyrr í summar vitjaðu írar á Svangaskarði, og sjálvt um føroyska liðið gav írum ein skarpan gang, so eydnaðist tað kortini Írlandi at vinna 4-1 í Føroyum. Tað var tó ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at dysturin í roynd og veru varð avgjørdur, tá írar skoraði tvey mál.
Hvussu gongdin verður í seinna dystinum, er ilt at meta um, men tað er einki at ivast í, at Írland verður ein sterk mótstøða. Men føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú verður bíða í spenningi, til kasakstanski dómarin floytar dystin á The Showgrounds í gongd.
– Fyrireikingarnar hava verið góðar. Vit búgva væl her í Írlandi, og venjingarnar hava gingið væl, sjálvt um vøllurin, sum vit hava vant á, ikki hevur verið so góður. Leikararnir hava lagt nógv fyri til venjingarnar, við góðum og hørðum spæli, so vit eru spentir til dystin fríggjadagin, sigur Heðin Askham, sum saman við Bill McLeod Jacobsen stendur á odda fyri føroyska U21-landsliðnum.
Sum áður nevnt vunnu írar 4-1, tá Føroyar og Írland í august mánaða í ár møttust á Svangaskarði. Tí verður eisini roknað við, at írar fara at leggja føroyska liðið undir stórt trýst, nú tað eru írarnir, ið hava heimavølli. Men sambært Heðini Askham, er tað av stórum tídningi, at okkara leikarar tora at spæla við.
– Vit vita, at teir eru ógvuliga sterkir kropsliga, og væntandi koma teir at leggja okkum undir stórt trýst allastaðni á vøllinum. Men vit skulu tora at spæla, sjálvt undir hørðum trýsti, og gera vit tað, so vænti eg eitt gott føroyskt U21-úrslit aftur hesaferð, sigur Heðin Askham.
Seinast føroyska U21-landsliðið var í dysti, var fyri einum mánaða síðani, tá týska U21-liðið á heimavølli vann ein tepran 3-2 sigur ímóti Føroyum. Men hóast góða úrslitið ímóti Týsklandi, verða broytingar gjørdar á føroyska liðnum til dystin ímóti írum.
– Hørður Askham, ið spældi ein góðan dyst í føroysku miðverjuni og skoraði annað málið ímóti Týsklandi, er ikki tøkur vegna leikbann, og har afturat verður Hallur Hansson, sum hesaferð er partur av U21-landsliðnum, væntandi við frá byrjan, sigur Heðin Askham, U21-landsliðsvenjari, at enda úr Írlandi.
U21 EM-undankappingardysturin millum Írlandi og Føroyar verður spældur á The Showgrounds í Sligo, fríggjadagin 15. november, klokkan 15:45, føroyska tíð.