Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Heðin Askham. Og fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin er sannførdur um, at Víkingur vinnur EFFO-deildina 2016
Í FSF Varpinum skifta Tróndur Arge og Heðin Askham orð um landsdystirnar, sum A-landsliðið og U21-landsliðið hava spælt seinastu dagarnar.
Har afturat verður sjálvandi eisini mett um teir fimm dystirnar í EFFO-deildini, sum eru á skránni um vikuskifti.
Og Heðin Askham er sannførdur um, at Víkingur, umframt at vinna greitt á B68 í 4. umfari, eisini er besta boðið uppá at vinna EFFO-deildina 2016.