Ongin steðgar KÍ, ÍVB fór við øllum á Eiði, og í slagnum um Havnina vann HB loksins sín fyrsta sigur í ár


Sætta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt í dag, og fyri fyrstu ferð síðan fyrsta umfar, varð ein vinnari funnin í øllum trimum dystunum.

B36-HB 0-2
Eftir eina trilvandi byrjan uppá kappingarárið  bragdaði endiliga hjá HB, tá havnaliðini brustu saman í Gundadali í dag. 

Liðini skiftust um at stýra dystinum fyrstu løtuna, tó uttan at skapa veruligar málmøguleikar.  Men tá góður hálvur tími var farin, fekk HB hol á. Sara Samson Lamhauge slapp í skotstøðu nakað uttanfyri brotsteigin, og skotið brast í tvørstongina, áðrenn bólturin umvegis málverjan endaði í málinum. 

Seinni hálvleikur var bert 10 minuttir gamal, tá Ása Stórá Carlsen økti til 2-0, og so kundi HB trygt spæla ársins fyrsta sigur í hús. 

EBS/Skála – ÍVB 0-2
Á Eiði komu armarnir niður aftur eftir sigurin á HB hóskvøldið, tí í dag kom millum lítið og onki burturúr hjá EBS/Skála móti ÍVB.

Heimaliðið kom væl frá byrjan og var meira spælstýrandi í fyrra hálvleiki, men fleiri ferðir manglaði tað tiltikna seinasta í, fyri at møguleikarnir gjørdust vandamiklir. Ístaðin vóru tað gestirnir, sum løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir eitt langskot slapp bólturin at støkka út aftur í brotsteigin, haðani Mona Rasmusdóttir kundi stúta hann í netið.

Jensa Tórolvsdóttir økti um leiðsluna, tá hon skoraði til 2-0 í 66. minutti. Saman við Mary-Ann Zachariassen legði hon trýst og vann bóltin frá EBS/Skála verjuni langt uppi á vøllinum, áðrenn hon slapp framvið Onnu S. Hansen og setti bóltin í málið.

Eftir hetta var greitt, at ÍVB fór at taka øll stigini við av Eiði, og gestirnir vóru fleiri ferðir nærri við at økja um leiðsluna, enn EBS/Skála var at minka um munin.

NSÍ-KÍ 1-2
Hóast flestu dystirnir hava verið tættir, so hevur ongin enn megnað at tikið stig frá føroyameistarunum, og uppgerðin við Løkin í dag fylgdi sama mynstri.

KÍ fekk eina dreymabyrjan, tá Evy á Lakjuni legði tær á odda longu í 12. minutti, og tær bláu høvdu eisini tamarhald á støðuni allan fyrra hálvleik, sjálvt um tær ikki megnaðu at økja um leiðsluna.

NSÍ kom so líðandi fyri seg og spælið gekk javnt fyri seg í seinna hálvleiki. Trýstið móti KÍ málinum øktist, og tað gav úrslit í 80. minutti, tá Heidi Sevdal javnaði eftir horna.

Breiddin í hópinum hjá føroyameistarunum vísti seg aftur í dag sum ein styrki, og við at seta Rannvá Andreasen, Duritu Hummeland og Malenu Josephsen inn í seinna hálvleiki, fekk KÍ roynda orku inn í dystin, og hetta var møguliga avgerandi munurin millum liðini. 85 minuttir vóru spældir, tá Eyðvør Klakstein skoraði sigursmálið og tryggjaði framhald av sigursrøðini hjá KÍ.

Støðan og leikskráin í Betri Deildini hjá kvinnum sæst her.