FSF Varpið: Vit tryggum 4-0 sigri í finaluni ímóti AB, vann HB leygardagin VFF Cup 2013
Leygardagin skipaði Venjarafelag Føroya fyri VFF Cup í Gundadali í Havn. 12 lið luttóku, sum vórðu skipaði í tríggjar bólkar.

HB og AB, sum besti 2’ari, spældu seg víðari úr bólki A, NSÍ vann bólk B, meðan 1. deild hjá HB spældi seg víðari úr bólki C.

Hálvfinalan millum NSÍ og HB endaði við 1-0 sigri til teir reyðu og svørtu, og í hinari hálvfinaluni vann AB 2-1 á teimum næstbestu hjá HB.

Sostatt vóru tað HB og AB, ið spældu seg í finaluna, og her vann HB sannførandi. Úrslitið gjørdist 4-0 til HB.

Sambært fyrireikarunum eydnaðist kappingini avbera væl, og vónandi og væntandi verður VFF Cup eitt afturvendandi tiltak.

Í innslagnum niðanfyri eru brot úr finaluni og steypahandanin.