Við 3-1 sigri á KÍ, eydnaðist tað sunnukvøldið U15-dreingjunum hjá HB at vinna Cadburysteypið 2021

——————

Longd leiktíð mátti til, áðrenn liðskiparin hjá HB, Teitur Justinussen kundi taka ímóti Cadburysteypinum, sum er steypakappingin fyri Dreingir U15.

Talan var annars um ein javnan dyst, og tá dómarin, Jón Tór Baldvinsson floytaði fyri seinastu fer eftir vanliga leiktíð, stóð á jøvnum 1-1. Tískil máttu liðini undir at spæla tvær ferðir 10 minuttir, og tá eydnaðist HB at fáa tvey mál afturat.

Baldur Niclasen legði teir reyð-svørtu á odda longu í 5. minutti, meðan Ovi Johansen javnaði fyri KÍ eftir steðgin. Í longdu leiktíðini gjørdi Thomas Miezan, sum eisini varð valdur til dagsins spælara, bart, og skoraði tvey mál, og tryggjaði harvið HB Cadburysteypið 2021.

Næsta vikuskiftið, fríggjadagin 1. og leygardagin 2. oktober vera í alt fýra steypafinalur á skránni. Fríggjadagin kl. 17:30 eru tað HB og KÍ, sum møtast í finaluni fyri Dreingir U13, og kl. 19:00 verður finalan um Mótasteypið hjá U18-gentunum millum Víking og vinnaran av HB ella EBS/Skála, sum spæla hálvfinaluna týskvøldið.

Leygardagin kl. 10:30 spæla KÍ og NSÍ steypafinaluna fyri Gentur U13, og kl. 12:00 fara HB og FC Hoyvík á vøllin at dystast um Eilif Arge steypið, ið er steypakappingin fyri Gentur U15.

Myndir: Bjarni Enghamar