Fimta umfar í næstbestu deildini hjá kvinnum varð spælt seinasta vikuskiftið, og við sannførandi sigri á Giza a, hevur HB vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum

Tað er nógv sum bendir á, at tað verður HB sum ferð avstað við gullinum í 2. deild hjá kvinnum í verandi kappingarári.

Higartil er tað eingin, ið hevur megnað at gjørt nakað við tær reyð-svørtu, og í 5. umfari, sum varð spælt seinasta vikuskiftið, vann HB sannførandi ímóti FF Giza a. Úrslitið gjørdist 5-0 til HB.

Eftir at øll liðini í næstbestu deildini hjá kvinnum hava spælt fimm dystir, er HB fremst við fullum stigatali. HB-kvinnurnar hava gjørt 31 mál, og bara ta einu ferðina er mál skorað ímóti HB.

Úrsitini í 5. umfari:
EBStreymur/Skála – B36 2-0
MB – FF Giza c 1-0
FF Giza a – HB 0-5
KÍ – FF Giza b (KÍ uttan dyst)

Støðan 2. deild kvinnur