VIDEO: Tað verða HB og Víkingur, ið skulu spæla ársins steypafinalu hjá monnum. Finalan verður á Tórsvølli 30. august
Leygardagin 30. august verður finalan í kappingini um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli, og nú er greitt, at tað verða HB og Víkingur, ið skulu spæla ársins finalu.

Víkingur vann samanlagt 4-3 ímóti EB/Streymi, meðan HB eftir tveir dystir vann 2-0 samanlagt ímóti B68.

Í FSF Varpinum eru málini frá seinnu hálvfinalunum, umframt samrøður við Fróða Benjaminsen og Teitur M. Gestsson úr HB.