Leikskráin fyri Betrideildina 2025 hjá monnum er nú klár. Ársins fyrsti dystur verður í Gundadali fríggjadagin 7. mars, tá HB fær vitjan av B68. Sunnudagin 9. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni
Fríggjadagin 7. mars fer fótbólturin av álvara á rull aftur í fremstu deildini hjá monnum. Landskappingin í Betrideildini er nú klár, og eins og seinastu mongu árini verður lagt frá landi annað vikuskiftið í mars.
Ársins fyrsti dystur verður í Gundadali í Havn fríggjadagin 7. mars, har HB tekur ímóti B68. Sunnudagin 9. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni, og tá møtast liðini soleiðis: TB – Víkingur, NSÍ – B36, KÍ – 07 Vestur og FC Suðuroy – EB/Streymur.
Seinasta umfar fyri summarsteðgin verður spælt fyrst í juli mánað, og síðani verður byrjað aftur ólavsøkuaftan, tá B36 fær vitjan av TB. Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari eftir steðgin verða spældir 2. og 3. august.
Landskappingin hjá monnum endar leygardagin 25. oktobur. Tá tekur B36 ímóti FC Suðuroy, Víkingur og HB hittast í Sarpugerði í Norðragøtu, NSÍ og KÍ møtast við Løkin í Runavík, á Dungasandi í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti EB/Streymi, og við Stórá í Trongisvági spæla TB og B68.
Øll leikskráin sæst her: Betrideildin menn 2025
Í kappingini um Løgmanssteypið verður fyrsta umfar spælt mikudagin 9. apríl, fjórðingsfinalurnar eru á skránni annan páskadag, mánadagin 21. apríl og týsdagin 22. apríl, meðan fyrru og seinnu hálvfinalurnar verða spældar ávikavist 20. og 21. mai, og 18. og 19. juni.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli fríggjadagin 31. oktobur.