Um vikuskiftið varð 2. umfar í FUTSAL-kappingunum spælt í ítróttarhøllini á Giljanesi
Ítróttarhøllin á Giljanesi var farna vikuskifti karmur um 2. umfar í FUTSAL-kappingini, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í vetur.
Í kappingini hjá Dreingir U12 hevur HB a lagt seg á odda við 18 stigum, tvey stig fleiri enn Víkingur a og 07 Vestur b, sum bæði hava 16 stig eftir fyrstu tvey umførini.
Hjá Dreingjum U14 hevur KÍ lagt seg á odda við fullum stigatali, 24, eftir fyrstu tvey umførini, meðan NSÍ a er nummar 2 og HB b er á 3. plássi, við ávikavist 22 og 19 stigum.
Í kappingini hjá Dreingir U16 er NSÍ a fremst við 25 stigum, seks stig fleiri enn Víkingur a, sum er á 2. plássi, meðan HB er á 3. plássi við 18 stigum.
Úrslit og støður í 2. umfari kunnu síggjast HER
Fleiri myndir frá umfarinum á Giljanesi kunnu síggjast HER
Umfar 3 í FUTSAL-kappingunum verður spælt í ítróttarhøllini í Runavík 1. og 2. desember.