Símun Samuelsen gjørdist stóra hetjan fyri HB, sum í 13. umfari bankaði FC Suðuroy í Gundadali. Við Margáir vann Víkingur toppdystin móti EB/Streymi
Tríggir dystir í 13. umfari í Effodeildini eru spældir í dag, meðan tveir dystir vórðu spældir í gjár. Og nú øll liðini hava spælt 13 dystir, eru bara seks stig á muni millum nummar 1 og nummar 5 í fremstu deildini hjá monnum.

HB – FC Suðuroy 6-0 (1-0)
Eftir tvey tap á rað, reisti HB seg úr øskuni, tá teir seinnapartin høvdu vitjan av FC Suðuroy. Úrslitið í Gundadali gjørdist ein knúsandi 6-0 sigur til HB, sum var frammanfyri við einum tá liðini fóru til hálvleik.
Við trimum málum ímóti botnliðnum, gjørdist Símun Samuelsen dagsins maður fyri HB. Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen og Hendrik Rubeksen komu eisini á máltalvuna fyri teir reyð-svørtu.

EB/Streymur – Víkingur 0-1 (0-1)
Við Margáir var toppdystur millum EB/Streym og Víking, og endin gjørdist ein tepur 1-0 sigur til teir ljósabláu Víkingarnar. Einsamalla málið skoraði Báður Hansen tíðliga í dystinum.

B36 – KÍ 2-3 (2-2)
Í Havn tóku meistararnir úr B36 ímóti KÍ, og her eydnaðist tað klaksvíkingum at fara avstað við øllum. Sigursmálið skoraði KÍ tá vanliga leiktíðin var farin.
Tað var annars B36 sum kom á odda bæði 1-0 og 2-1 við málum frá Dánjal Róa Olsen og Atla Danielsen. Men klaksvíkingar svaraðu aftur hvørja fer, og tá avtornaði fóru teir eisini avstað við øllum trimum stigunum.
Málini hjá KÍ gjørdu Heðin Klakstein, Álvur Christiansen og Kristoffur Jakobsen.

Úrslit, 13. umfar:
ÍF – B68 2-0 (1-0)
HB – FC Suðuroy 6-0 (1-0)
B36 – KÍ 2-3 (2-2)
TB – NSÍ 1-3 (1-1)
EB/Streymur – Víkingur 0-1 (0-1)

Støðan í Effodeildini