HB loypti hvøkk á KÍ við tveimum málum fyrsta korterið, NSÍ syrgdi fyri málveitslu á Eiði, og ÍVB og B36 samdust um javnleik í Gøtu


Úrslitini í sjeynda umfari gjørdust hesi: 

HB-KÍ 2-3
Í Gundadali tóktust HB kvinnurnar munandi meira klárar og tendraðar frá byrjan í dystinum móti oddaliðnum, og tað tók teimum bert eitt gott korter at leggja seg á odda við tveimum málum.

Fyrst var tað Julia Naomi Mortensen, sum var fyrst á bóltinum eftir innlegg úr høgru síðu, og eina løtu seinni sendi Sara Samson Lamhauge enn eitt innlegg inn í KÍ brotsteigin, og tá var Kára Djurhuus klár við einum skoti, sum fór framvið Óluvu Joensen í málinum. 2-0 til HB, og hjá havnarkvinnum næstan ov gott til at vera satt. Tað skuldi tað eisini vísa seg at vera.

Tí sum í fleiri av undarnfarnu dystunum, vístu føroyameistararnir sína veruligu styrki, sum tíðin í Gundadali gekk.

í 32. minutti minkaði liðskiparin hjá KÍ, Eyðvør Klakstein, um munin. Møguleikarnir hjá KÍ fyri fleiri málum vóru eisini til staðar, eitt nú, tá Evy á Lakjuni rakti yvirleggjaran tíðliga í seinna hálvleiki.

Tá ein hálvur tími restaði í, komu Malena Josephsen og Rannvá Andreasen, sum tilsamans hava skorað 871 ferðir fyri KÍ í landskappingini, á vøllin, og teimum tørvaðu ikki nógvar minuttir til at hjálpa sínum liði á sigurskós.

Fyrst javnaði Rannvá Andreasen til 2-2, eftir at Eyðgerð Mikkelsen í HB málinum hevði sligið eitt skot burtur frá málinum, og eina lítla løtu seinni kundi Malena Josephsen vinna bóltin frá HB málverjarnum á brotsteigarmarkinum og spæla hann stutt til Rannvá, sum skoraði sigursmálið fyri KÍ.

Við sigrinum seta føroyameistararnir trý stig og enn meira sjálvsálit á kontuna, og sum úrslitið í Gøtu lagaði seg, er KÍ nú heili 12 stig fremst.

ÍVB-B36 2-2
Tað var eitt uppsett felagslið, sum tók ímóti B36 í Sarpugerði, og heimaliðið stóð eisini fyri tí mesta í fyrra hálvleiki. ÍVB legði gestirnar undir trýst frá fyrsta bríksli, og tað gav úrslit, tá Jacoba Langgaard legði heimaliðið á odda eftir 10 minuttir. Stutt fyri hálvleik økti liðskiparin eisini um leiðsluna, tá hon var fyrst á bóltinum eftir innlegg úr høgru síðu.

Steðgurin kom væl við hjá B36, og í seinna hálvleiki skiftu liðini eisini um leiklut í spælinum. B36 var meira á bóltinum og kom til fleiri góðar møguleikar, og tá ein tími var spældur, var Jacoba Langgard so óheppin at beina bóltin í egið mál eftir hornaspark, og so var 2-1.

Útjavnandi málið kom eitt korter seinni, tá Olga Kristina Hansen stóð rætt í ÍVB brotsteignum, haðani hon kundi stúta bóltin í netið til 2-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

EBS/Skála – NSÍ
Runavíkingar vóru í røttum málveitsluhýri, tá tær vitjaðu EBS/Skála í stevnudysti á Eiði. Eins og tá ið liðini hittust í fyrsta umfari, lat NSÍ heldur ikki í dag nakran iva vera um styrkismunin á liðunum báðum.

Málskjótingin byrjaði alt fyri eitt, tá bert 15 ára gamla Maria V. Johansen skoraði sítt fyrsta mál í bestu deildini, og stutt fyri hálvleik gjørdi Edna Maria á Regni tað sama. Tá var tað til støðuna 3-0, tí harímillum hevði Anna Katrina Mikkelsen gjørt sjálvmál fyri felagsliðið, og harvið var dysturin í roynd og veru longu avgjørdur, tá liðini fóru til hálvleiks.

Málveitslan helt fram í seinna hálvleiki, har liðini við stuttum millumbili skiftust um at skora. Fyrst Rúna Olsen til 4-0, og fimm minuttir seinni syrgdi Sunnvá Fagradal Johansen fyri, at heimaliðið eisini slapp á máltalvuna, tá hon minkaði um munin.

Heidi Sevdal skoraði tey bæði seinastu málini hjá NSÍ, meðan Eydna á Bø skeyt tað hjá EBS/Skála, og hetta var eisini hennara fyrsta mál í bestu kvinnudeildini.

Støðan og leikskráin í Betri Deildini hjá kvinnum sæst her.