HB er steypavinnari hjá Gentur U17, meðan B36 hevur vunnið steypakappingini fyri Dreingir U18
Fyrstu finalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, eru spældar í dag.
Í sjónbanda innslagnum niðast, síggjast málini úr finaluni um Mótasteypið og Thomas Dam Intersport Steypið.
Gentur U17, HB – KÍ 3-0 (1-0)
Klokkan hálvgum seks fríggjakvøldið 24. august, spældu KÍ og HB fyrsta dyst á nýggja graslíkinum á Tórsvølli.
Úrslitið gjørdist 3-0 til tær reyð-svørtu, sum sostatt eru vinnarar av Mótasteypinum 2012. HB var sum heild betra liðið, meðan klaksvíksgentur høvdu trupult við at spæla seg til málmøguleikar.
Elsa Splidt Jacobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Milja R. Simonsen gjørdi eitt.
Dreingir U18, EB/Streymur – B36 0-3 (0-0)
Árstalsfelagið úr Havn, B36, hevur vunnið Thomas Dam Intersport Steypið 2012, eftir greiðan 3-0 sigur á EB/Streymi.
Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, men tó var tað B36 ið hevði bóltin meira. Heilt vandamikið gjørdist tað kortini ongantíð, og tá liðini fóru at hvíla seg, var framvegis málleyst.
Eftir steðgin tók B36 meir yvir, meðan orkan hjá sundalagsdreingjum byrjaði at ganga undan. Og tá eitt gott korter var eftir at spæla, bragdaði hjá árstalsfelagnum.
Rasmus Dan Sørensen sendi fríspark innfyri úr vinstu, og tætt inni undir málinum prikaði Karl Martin Danielsen bóltin í netið.
Eftir hetta royndi EB/Streymur at koma longur fram á vøllin, men lítið hjálpti, og við tveimum brotsspørkum seinastu minuttirnar, vann B36 3-0.
Fyrst var Rasmus Dan Sørensen tryggur úr ellivu metrum, og síðani slapp málverjin hjá B36, Jákup Højgaard, at staðfesta sigurin, beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu fer.
Í innslagnum niðanfyri eru málini úr steypafinalunum hjá Gentum U17 og Dreingjum U18.