Við teprum sigri í Vági ímóti FC Suðuroy, er HB nú fremst í Effodeildini. Føroyameistararnir gjørdu sína skyldu í Klaksvík, og í Runavík vann NSÍ á TB
Tríggir dystir í fremstu deildini hjá monnum eru spældir í dag, og nú hava øll liðini í Effodeildini spælt tveir dystir.
HB hevur lagt seg á odda, men í toppinum er sera tætt. Fýra lið hava fingið seks stig eftir fyrstu tvey umførini. HB hevur málmun +5, meðan Víkingur, ÍF og B36 hava málmunin +3.

HB, NSÍ og B36 vunnu
Á Vágseiði í Vági tóku uppflytararnir úr FC Suðuroy ímóti HB, og endin gjørdist ein tepur 1-0 sigur til teir reyðsvørtu úr Havn. Einsamalla málið skoraði Hallur Hansson í seinna hálvleiki.

Føroyameistararnir úr B36 vóru á vitjan í Klaksvík, og eisini her gjørdist talan um útisigur.
B36 vann 2-0, eftir málleysan fyrra hálvleik. Róaldur Jacobsen legði árstalsfelagið á odda 10 minuttir eftir steðgin, og bara tríggjar minuttir seinni økti Súni Olsen til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Fimti dystur í 2. umfari í Effodeildini varð spældur í Runavík, har NSÍ tók ímóti TB.
Dysturin var javnur við málmøguleikum til báðar partar, men tá saman um kom vóru teir á heimaliðnum næskari framman fyri málinum, og vunnu 2-0.
Magnus Olsen legði NSÍ á odda tá umleið hálvur tími var spældur, meðan Klæmint A. Olsen beint eftir hvíldina skoraði til 2-0 fyri heimaliðið við Løkin.

3. umfar í Effodeildini verður spælt hósdagin 5. apríl, og tá verður spælt soleiðis:
B36-ÍF
NSÍ-FC Suðuroy
KÍ-HB
EB/Streymur-TB
Víkingur-B68

Støðan í Effodeildini