Heini Vatnsdal og Róaldur Jakobsen hava givið avboð til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Ungarn. Ístaðin hava Hans Jørgen Djurhuus og Levi Hanssen fingið landsliðsboð
Hvørki Róaldur Jakobsen ella Heini Vatnsdal vera við, tá føroyska A-landsliðið týskvøldið setir kós ímóti Norðurírlandi. Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og síggja seg tískil ikki førar fyri landsliðsfótbólti komandi dagarnar.

Í staðin hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen sent boð eftir Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi, og Levi Hansen úr HB.

– Hetta vóru øgiliga góð, men eisini yvirraskandi boð at fáa. Eg havi einaferð fyrr fingið landsliðsboð, tað var til U14 fyri nógvum árum síðani. Annars havi eg altíð fylgt væl við A-landsliðnum, men nú eru nøkur ár síðani eg slepti dreyminum um at fáa møguleikan, sigur Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi, sum um ein góðan mánaða verður 36 ár.

Leygardagin 11. oktober spælir føroyska A-landsliðið á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 14. oktober spæla Føroyar og Ungarn á Tórsvølli.


Mynd: Álvur Haraldsen