Veteranurin úr Klaksvík hevur givið avboð til venjingarleguna í Thailandi, og ístaðin er U21-landsliðsmálverjin, Hans Jørgensen úttikin
Jákup Mikkelsen verður ikki við, tá A-landsliðið 14. februar setir kós ímóti Thailandi.
Klaksvíkingurin, ið hevur spælt 73 dystir fyri Føroyar, hevur givið avboð, og í staðin hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, í samráð við Mogens Krogh, málmansvenjara, úttikið U21-landsliðsmálverjan, Hans Jørgensen, úr HB.
Eisini Fróði Benjaminsen hevur givið avboð til venjingarleguna í Thailandi, og í hansara stað hava venjararnir úttikið Karl Løkin, úr NSÍ.