Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða útsettar til 4. og 5. juni
Seinasta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið verður spæld á Toftum í morgin, mikudagin 14. mai, klokkan 19:00, tá B68 fær vitjan av ÍF. Upprunaliga skuldi hesin dystur verði spældur 27. apríl, men vegna serligar umstøður varð dysturin útsettur.

Og nú hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða fluttar frá 21. mai til 4. og 5. juni.

– Hetta verður gjørt, fyri at liðini í hálvfinalunum kunnu fáa á leið somu hvíld, uttan at broyta leikskránna í EFFO-deildini. Tí er avgjørt, at fyrru hálvfinalurnar verða spældar 4. og 5. juni, og ikki 21. mai, sum annars ætlað, sigur Jákup Martin Joensen, formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Mikudagin 4. juni spælir vinnarin av dystinum millum B68 ella ÍF á heimavølli ímóti HB, meðan fyrra hálvfinalan millum Víking og EB/Streym verður spæld hósdagin 5. juni.

Seinna hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar sum ætlað, mikudagin 18. juni.

Finalan í kappingini um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.