Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at orsaka ringa veðurforsøgn í kvøld, er hálvfinalan millum Víking og HB flutt til fríggjakvøldið. Hetta hevur samstundis við sær, at dystirnir mánakvøldið verða fluttir til týsdagin
——————
Enn einaferð má staðfestast, at veðrið má sær sjálvum ráða.
Eftir ætlan skuldu Víkingur og HB spæla seinnu hálvfinaluna um Løgmanssteypið í kvøld.
Hesin dystur skuldi annars upprunaliga spælast 19. juni, og liðini fóru eisini á vøllin tá. Men aftaná ein góðan tíma valdi dómarin at floyta av. Vindurin í Sarpugerði var tá blivin so mikið nógvur, at tað var ikki hugsingur um at spæla fótbólt.
Í kvøld sær tíverri heldur ikki út til, at tað verður spælandi fyri veður. Tí hevur kappingarnevndin hjá FSF bundið um heilan fingur, og avgjørt, at dysturin verður fluttur til í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 17:30.
Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at dystirnir í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og HB, og B36 og Víking, sum skuldu verða mánadagin, í staðin verða spældir týsdagin 27. august.
Fyrra hálvfinalan millum HB og Víking endaði 1-0 til HB. Í hinari hálvfinaluni vann B36 samanlagt 3-1 á TB. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.
Harafturat eru hesir dystir eisini fluttir: KÍ – Skála, sum skuldi vera 30. august, er fluttur til 1. september. Víkingur – EB/Streymur, sum skuldi vera 22. september, er framskundaður til leygardagin 21. september. EB/Streymur – B36 er fluttur frá 6. oktober, til 5. oktober, og dysturin millum Víking og ÍF, ið eisini skuldi vera sunnudagin 6. oktober, er fluttur til fríggjadagin 4. oktober.
Umframt omanfyri nevndu dystir, eru broytingar eisini gjørdar í 1. deild hjá monnum, í 2. deild hjá monnum, í U21 kappingini, og í steypakappingini hjá kvinnum.