Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Hallur Danielsen, sum samanlagt hevur vunnið fýra FM-heitir við HB. Hann fylgir framvegis væl við í fótbólti, men í dag er tað hondbólturin, ið fyllir mest í dagligdegnum

– Ion Geolgau lærdi okkum at spæla fótbólti, men hann var eisini ein harður venjari. Vit runnu 10 kilometrar fimm ferðir um vikuna allan februar mánað. Men av tí sama vóru vit nógv betri fyri enn hini liðini, tá kappingin leið ímóti endanum.

 

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Hallur Danielsen, sum frá 1994 til 2005 spældi 168 dystir fyri fremsta lið hjá HB, og skoraði 21 mál. Hallur fylgir framvegis væl við í føroyskum fótbólti og serliga nýkosnu føroysameistarunum úr HB.

 

Men í gerandisdegnum er tað hondbólturin, ið fyllir mest fyri Hall, sum seinastu fimm árini hevur starvast fyri HSF. Í sendingini fortelur Hallur Danielsen millum annað, og á ein sera áhugaverdan hátt, hvussu hann heldur, at vit í Føroyum áttu at skipað ítróttarfeløgini betri – við nógvum góðum hugskotum úr Íslandi, har nærum øll ítróttarfeløg hava fleiri fólk í føstum starvi.