Á samkomu í FSF-húsinum mánadagin, fekk Torleif Sigurðsson, sáli, heiðurin sum fyrsti limur Hall of Fame hjá FSF
Samstundis sum fótbóltsbókin, ”Føroyskur fótbóltur 2012” hjá Dimmalætting varð løgd fram í FSF-húsinum mánadagin, varð fyrstu limur í Hall of Fame kunngjørdur.
Í samstarvi við Dimmalætting, er Fótbóltssamband Føroya farið undir Hall of Fame innan føroyskan fótbólt.
FSF og Dimmalætting fara á hvørjum ári at tilnevna ein ella fleiri persónar, sum veruliga hava gjørt seg galdandi innan føroyskan fótbólt á ymsan hátt.
Síðani skal dómsnevndin, ið er mannað av Heðini Mortensen, Poul Michaelsen og Mentamálaráðharranum, útnevna viðkomandi, sum fær eina minnisplátu í FSF-húsinum.
Fyrsti limur í Hall of Fame gjørdist fyrrverandi FSF-forsetin, Torleif Sigurðsson, sáli. Í talu síni grundgav Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø fyri, hví júst Torleif Sigurðsson fekk heiðurin at gerðast limur í Hall of Fame hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Torleif Sigurðsson gjørdist formaður í FSF í 1981, og næstu nógvu árini fóru stórar broytingar fram innan føroyskan fótbólt. Grúsvøllirnar kring landið vórðu útskiftir við graslíki. Føroyar gjørdust limir í FIFA og UEFA, og føroysku liðini fóru undir at spæla altjóða dystir.
Soleiðis var Torleif Sigurðsson undangongumaður fyri at lata dyrnar upp út í heim, so føroyskir fótbóltsleikarar fingu møguleikan at royna seg ímóti stóru stjørnunum, sum teir annars bara høvdu sæð í sjónvarpinum – og tað varð eisini roynt á føroyskum vølli.
Í UEFA-høpi varð Torleif Sigurðsson í 2004 heiðraður við UEFA Order of Merit, sum er næsthægsti heiður, ið nakar kann fáa frá europeisku fótbóltssamgonguni.
Í 2002 legði Torleif Sigurðsson frá sær sum FSF-forseti, og gjørdist stutt seinni limur í starvsnevndini í Klaksvíkar Ítróttarfelag, KÍ, har hann eisini gjørdist formaður. Tað var hann eisini tann 12. februar í 2008, tá hann brádliga doyði.
Kona Torleif Sigurðsson, Elsa Maria Sigurðsson, tók ímóti heiðurinum, og fekk eisini handað eina mynd og blómur.