Futsal: Bárður Olsen verður ikki við, tá føroyska Futsal-liðið fer til Grønland. Í staðin er Hákun Edmundsson úttikin
Føroyska Futsal-liðið, sum í komandi viku fer til Grønland at spæla tríggjar dystir ímóti grønlendingum, leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til túrin.

Seinastu tríggjar vikurnar hevur verið skipað fyri venjingum í ítróttarhøllini á Eiði, og sum heild eru leikararnir væl fyri, og spentir til avbjóðingina, ið stendur fyri framman.

Upprunaliga skuldi Bárður Olsen úr HB við til Grønland, men Bárður hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hevur tí givið avboð. Í staðin hava venjararnir, Jens Erik Rasmussen og Alex Troleis sent boð eftir Hákun Edmundsson úr B68.

Tað eru serliga teknisku reglurnar, ið føroysku leikararnir skulu seta seg inn í. Futsal líkist nógv vanligum innandura fótbólti, men tó eru nakrar tekniskar reglur, ið eru nakað øðrvísi, og tað verður ein avbjóðing fyri føroysku leikararnir.

Grønlendingar fóru undir skipaðar Futsal-kappingar fyri tveimum árum síðani, og dysturin ímóti føroyska liðnum verður teirra fyrsti landsdystur í Futsal.

Dystirnir ímillum Grønland og Føroyar verða spældir í Nuuk 29. og 30. november og 1. desember.

Tað er grønlendska fótbóltssambandið, ið hevur bjóða føroyska liðnum yvir, og tað eru eisini grønlendingar, ið bera allar útreiðslur í samband við túrin.