A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson hevur úttikið 24 spælarar til dystirnar móti Danmark, Lettlandi og Andorra, sum verða ávikavist 7., 10. og 13. oktober

——————

Um eina góða viku skal A-landsliðið við monnnum á vøllin aftur, tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning. Venjingardysturin móti dønum er samstundis fyrireiking til UEFA Nations League dystirnar móti Lettlandi og Andorra, sum verða á Tórsvølli 10. og 13. oktober.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, setti mánadagin navn á teir, ið hann, saman við Eli Hentze, hjálparvenjara, hevur úttikið til komandi dystir. Og hesaferð eru 24 spælarar boðsendir, hóast tað bara er pláss fyri 23 á dómaraseðilinum.

Greitt er, at Klæmint Andrasson Olsen ikki verður tøkur til dystin móti Danmark. Orsøkin er nevniliga tann, at kona málrevin úr NSÍ er við barn, og skal eiga ein av fyrst komandi døgunum.

Harafturat hava venjararnir framt fýra broytingar í hópinum, samanborið við seinastu landsliðssamlig, tá Føroyar vunnu 3-2 á Tórsvølli ímóti Malta, og 1-0 á útivølli ímóti Andorra.

Við aftur eru Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Ári Mohr Jónsson og Kaj Leo í Bartalsstovu, sum avloysa Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Hera Hjalt Mohr og Jákup B. Andreasen.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heini Vatnsdak, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Heðin Hansen, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Patrik Johannesen, KÍ

Myndir: Bjarni Enghamar