Svenski Håkan Ericson verður venjari hjá A-landsliðnum komandi fýra árini, eftir at sáttmáli varð undirskrivaður mánadagin. Håkan Ericson, sum er 59 ára gamal, hevur drúgvar venjararoyndir og er serliga kendur frá tíðini sum svenskur U21-landsliðsvenjari, har hann leiddi liðið til EM-gull í 2015
Á middegi mánadagin undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og svenski Håkan Ericson undir avtalu, ið inniber, at sviin verður høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum við monnum næstu fýra árini.
– Eg havi altíð fylgt við úrslitunum hjá føroyska landsliðnum og havi sæð, at liðið seinastu árini hevur framt fleiri góð úrslit. Tá fótbóltssambandið setti seg í samband við meg um venjarastarvið, kveikti hetta tí beinanvegin mín áhuga.
– Eg havi greinað seinastu dystirnar og tað er eyðsæð, at liðið hevur dygdir og fleiri góðar leikarar. Grundarlagið fyri einum góðum liði er lagt, og eg ynski at byggja hetta víðari. Eg gleði meg at læra Føroyar og føroyingar at kenna. Hetta er ein uppgáva og avbjóðing, sum eg við stórum eldhuga nú fari undir, sigur nýggi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.
Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, er vísur í, at landsliðið við Håkan Ericson hevur fingið fatur í rætta venjaranum at føra liðið komandi árini.
– Profilurin hjá Håkan Ericson passar væl til okkara ynski til ein landsliðsvenjara. Eftir at hava møtt Håkan, bleiv eg sannførdur um, at hetta var rætti leiðarin til landsliðið komandi árini. Úrslitini við svenska U21 landsliðnum eru einastandandi og Håkan hevur víst í verki, at hann megnar at fáa ótrúlig úrslit undir avbjóðandi umstøðum. Eg síggi fram til eitt mennandi samstarv, og eg ivist ikki í, at vit við setani av Håkan fara at flyta føroyskan landliðsfótbólt uppaftur meira tey komandi árini, sigur forsetin í FSF.
Håkan Ericson byrjar í starvinum 1. januar 2020.
Myndir: Hans Erik Danielsen