Brandur Hendriksson Olsen, ið hevur drigist við ein álvarsligan krossbandsskaða, er nú tøkur aftur til landsliðsfótbólt, og hann var eisini á listanum, tá Håkan Ericson kunngjørdi hópin til dystirnar móti Kekkia og Albania
——————
Á tíðindfundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli seinni í mánaðinum.
24 mans eru boðsendir, og fyri fyrstu ferð síðani november í 2021, tá Føroyar taptu tepurt á útivølli fyri Ísrael, er Brandur Hendriksson Olsen aftur á landsliðnum.
Skálvíkingur, sum í dag spælir fyri norska felagið Fredrikstad FK, hevur farna árið drigist við ein álvarsaman korssbandsskaða. Men við góðari uppvenjing í Noregi, er Brandur nú komin fyri seg, og er klárur til landsliðsfótbólt.
Eisini Jóan Símun Edmundsosn, Petur Knudsen og Jóannes Bjartalíð, ið allir hava drigist við skaðar, eru nú vorðnir so mikið birgir, at teir aftur kunnu taka tøk fyri Føroyar.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Gilli Rólantsson Sørensen, TB Tvøroyri
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, S. K. Beveren (Belgia)
Leygardagin 17. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Kekkia á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni, somuleiðis klokkan 19:45, kemur Albania á vitjan. Hini londini í bólkinum eru Moldova, sum Føroyar spældu javnleik 1-1 ímóti í mars mánað, og Pólland.
Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo.
Myndir: Hans Erik Danielsen