Herfyri fekk íslendingurin Gunnar Sigurðsson handað gullnálina hjá FSF fyri á sinni at hava verið við til at slóða fyri føroyskum limaskapi í bæði UEFA og FIFA
Herfyri var íslendingurin Gunnar Sigurðsson á vitjan í Føroyum, og í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu, har íslendski føroyavinurin fekk handað gullnál Fótbóltssambandsins.
Gunnar Sigurðsson var í mong ár nevndarlimur i íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, og hann var eisini góður vinmaður hjá fyrrverandi forsetanum í FSF, Torleif Sigurðsson, sála. Tá ið føroyingar á sinni arbeiddu við at fáa limaskap í bæði UEFA og FIFA, var Gunnar Sigurðsson ein av teimum, sum á ymsan hátt royndi at gera sína ávirkan galdandi, soleiðis at føroyingar kundu røkka hesum máli. Allastaðnis har hann kom í fótbóltshøpi talaði hann fyri føroyskum limaskapi, og tað var tí heldur ikki av tilvild, at Føroyar, tá ið man hevði fingið FIFA-limaskap í 1988, spældu sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst á Akranesi, har Gunnar Sigurðsson býr, móti Íslandi.
Tað var Christian F. Andreasen, FSF-forseti, sum handaði Gunnar Sigurðssyni gullnálina.