Tað verður Gunnar Nielsen sum byrjar í málinum, tá føroyska landsliðið í kvøld skal royna seg í HM-undankappingardysti móti Týsklandi
Landsliðsvenjarin, Lars Olsen hevur sett liðið, sum um ein góðan tíma skal royna seg í HM-undankappingardysti á útivølli móti Týsklandi.
Í mun til venjingardystin móti íslendingum fyri trimum vikum síðani, er ein broyting framd millum teir fyrstu 11 á føroyska liðnum.
Jákup Mikkelsen verður á bonkinum, meðan Gunnar Nielsen úr Manchester City verður í mál frá byrjan.
Teir, sum byrja á vøllinum í kvøld fyri Føroyar, eru:
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Nær, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø og Pól Jóhannus Justinussen – Daniel Udsen, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen og Christian Lamhauge Hilst – Jóan Símun Edmundsson
Eykaleikarar: Jákup Mikkelsen, Erling D. Jacobsen, Rene S. Joensen, Kristian Joensen, Hjalgrím Elttør, Klæmint A. Olsen og Kaj Leo í Bartalstovu.
HM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar byrjar klokkan 19:45 føroyska tíð. Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.