Eftir at hava verið aftanfyri í hálvleikinum, vendi KÍ gongdini og staðfesti meistaraheitið við trimum málum í seinna hálvleiki
Tað endaði sum væntað, tá kvinnurnar spældu seinasta umfar í dag, men tað var ikki heilt uttan spenning. Úrslitini í 20. umfari gjørdust hesi:
KÍ – B36 3-1
Gullgaggur og gyltir leikbúnar tóku ímóti B36 við Djúpumýru, men gestirnir smæddust ikki burtur í gullveitsluni. B36 bjóðaði væl og virðiliga meistarunum av í fyrra hálvleiki, og tað var tí ikki óuppiborið, tá havnarkvinnur løgdu seg á odda eftir 20 minuttir við máli frá Elisabeth Vang. Hóast KÍ fleiri ferðir lá framvið, so megnaðu gestirnir at standa ímóti til hálvleiks, men so gekk tað heldur ikki longur.
Seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, tá Evy á Lakjuni javnaði til 1-1, og eftir fleiri atsóknir móti B36 málinum, sendi Victoria á Lakjuni KÍ á sigurskós við einum væleydnaðum langskoti, sum brast í yvirleggjaran, áðrenn bólturin fór í málið.
Lítla løtu seinni fekk Evy høvið til at seta punktum fyri kappingarárið, tá KÍ fekk brotsspark. Toppskjúttin skoraði trygt, og staðfesti samstundis sína støðu sum toppskjútti í ár við 17 málum.
Eftir dystin handaði Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya KÍ FM-steypið. Hetta er annað meistaraheitið á rað, og samanlagt 20. ferð, at kvinnurnar úr Klaksvík gerast føroyameistarar.
NSÍ – ÍVB 3-1
Vespurnar hava havt gott tak á ÍVB hesar báðar seinastu dystirnar. Herfyri vunnu tær heili 5-1 á útivølli, og sigurin á heimavølli í dag var somuleiðis sannførandi.
Heidi Sevdal hevur aftur í ár prógvað sítt virði sum málrevur, og í dag legði hon tvey mál afturat sínari rúgvu, sum í ár telur 12 mál. Fyrst legði liðskiparin NSÍ á odda 1-0 í 28. minutti, og hon skoraði eisini seinasta málið hjá NSÍ í ár, tá hon økti til 3-0 í seinasta minutti av vanligu leiktíðini. Harímillum slapp Laila Pætursdóttir eisini upp í part, tá hon økti til 2-0 beint fyri hálvleik.
Hanna I. Højgaard pyntaði um úrslitið fyri ÍVB í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, men tað órógvaði ikki heimaliðnum í at tryggja sær silvurkrónurnar – eitt úrslit, sum tær samanumtikið avgjørt kunnu vera ernar av.
HB – EBS/Skála 3-1
Spenningur kom ongantíð í dystin millum HB og felagsliðið, sum annars hevur argað havnaliðið heilt nógv fyrr í ár.
HB legði fyri sum eitt ódnarveður, og áðrenn hálvur tími var spældur, var støðan longu 3-0 til heimaliðið við einum máli frá Juliu Naomi Mortensen og tveimum frá Ásu Stórá Carlsen.
Hagani kundi HB spæla við autopiloti restina av dystinum, og tað bar eisini á mál, hóast Sigrun K. Kristiansen við einum brotssparki minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki.
HB endaði sostatt við bronsuni í ár, meðan EBS/Skála má taka til takkar við aftasta plássinum, hóast tær hava tikið seg nógv fram hetta kappingarárið.
Nú landskappingin er liðug, fara kvinnuliðini undir steypakappingina, har AB/B71 og 07 Vestur úr næstbestu deildini eisini eru við. Fyrst er tó landsdystur á skránni; A-landsliðið spælir á útivølli móti Wales mikukvøldið.