Ein sigur, ein javnleikur og eitt tap var úrtøkan hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum í UEFA menningarkappingini í Wales. Og tað eru venjararnir sum heild væl nøgdir við
– Í hesari kappingini varð dentur lagdur á framrættaða partin av spælinum, tað eydnaðist sum heild væl. Kortini er nakað eftir á mál, og tí fara vit at arbeiða víðari við í komandi venjingum, sigur Jan Mølvad Laursen, ið saman við Báru Skaale Klakstein og Poul Helga Jacobsen, stendur á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við gentum.

Í vikuni hava U17-genturnar verið til UEFA menningarkapping í Wales, har umframt Føroyar og Wales, Kasakstan og Norðurírland eisini luttóku.

Føroyska úrtøkan gjørdist ein sigur, ein javnleikur og eitt tap. Í fyrsta dystinum vunnu okkara gentur 2-0 á Kasakstan, meðan næsti dysturin endaði við 2-2 javnleiki ímóti Wales. Triðja dystin taptu føroysku genturnar 2-0 fyri Norðurírlandi.

Í øllum dystunum hevur føroyska liðið spælt væl og skapt nógvar málmøguleikar, men í fleiri avgerandi løtum vóru okkara gentur ikki nóg neyvar. Liðið er eisini væl skipað á vøllinum, og tað hevur millum annað havt við sær, at mótstøðuliðini ikki eru komin til nógvar møguleikar. Kortini hava mótstøðuliðini verið meir avgjørd, tá møguleikin er komin.

– Vit mugu ásanna, at hini liðini hava verið ógvuliga avgjørd at revsa okkum, tá vit gera mistøk. Men tað er eisini nakað, sum vit kunnu læra av. Tí vit skulu eisini verða betri til at revsa hini, tá tey gera mistøkini.

– Hetta er annars ein ógvuliga ágrýtin og lærusinnaður hópur, ið vit hava at arbeiða við, og tað gevur okkum tískil góðar vónir til komandi uppgávur. Genturnar eru eisini ótrúliga raskar at stríðast á vøllinum, sigur Jan Mølvad Laursen, venjari.

Vertslandið vann kappingini við 8 stigum, Norðurírland fekk 6 stig, Føroyar 4 stig, meðan Kasakstan einki stig fekk í UEFA menningarkappingini í Wales.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar leygardagin.