Eftir at hava verið aftanfyri 3-1 í steðginum, vendu føroysku genturnar dystinum í seinna hálvleiki, og vunnu til endans 4-3. Silja, Lea og Fridrikka skoraðu fyri Føroyar

Føroyska U17-landsliðið við gentum vann næsta dystin i UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Norðurírlandi. Hesaferð var mótstøðan úr Kosovo, og úrslitið gjørdist 4-3 til Føroyar, eftir 3-1 leiðslu til Kosovo í steðginum.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Kosovo gyltan møguleika at økja um leiðsluna. Men Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði meistarliga, eftir at dómarin hevði dømt brotsspark til Kosovo.

 

Í staðin var tað Lea S. Lisberg, ið minkaði um munin, áðrenn Fridrikka Maria Klementsen javnaði til 3-3. Og tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, var Fridrikka aftur upp á spæl, og skoraði sigursmálið, so føroyska liðið vann 4-3.

 

Fyrsta málið hjá Føroyum skoraði Silja Pállsdóttir Augustinussen, tá hon í 18. minutti javnaði til 1-1.

 

– Eg eri sera væl nøgdur við teir báðar dystirnar, sum vit hava spælt. Sigurin á Kosovo var uppiborin, og við eitt sindur meira hepni í fyrra dystinum kundu vit havt seks stig, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Triðji og seinasti dystur í kappingini verður sunnudagin, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti norðurírsku vertunum, sum verður mett at vera eitt vet sterkari enn Luksemborg og Kosovo.