Ikki heilt óvæntað vann Ísland sannførandi ímóti Føroyum í seinasta dystinum í UEFA menningarkappingini fyri U16-landslið við gentum. Úrslitið gjørdist 10-0 til Ísland
Føroyska U16-landsliðið við gentum tapti stórt í seinasta dystinum í UEFA menningarkappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Føroyum. Frammanundan var eisini mett, at Ísland fór at gerast ein sera trupul uppgáva hjá føroysku gentunum, sum annars fríggjadagin fingu ein frálíkan javnleik ímóti Wales, og frá fyrsta til síðsta bríksl vóru tær íslendsku eisini greitt omaná. Úrslitið gjørdist heili 10-0 til grannarnar fyri norðan.

Ísland hevði vunnið sínar fyrstu tveir dystir í kappingini sannførandi, og annar av føroysku landsliðsvenjarunum, Bára Skaale Klakstein, metti, at Ísland greitt var besta liðið í kappingini.

Hetta fingu Føroyar eisini at merkja. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist heili 10-0 til Ísland, og sigast má, at sigurin kundi verðið væl størri. Hóast føroysku genturnar stríddust væl, so var spælið hjá teimum íslendsku klassar omanfyri tað føroyska spælið.

Íslendska liðið vístu stórt taktiskt skil frá byrjan, har tað serliga var eyðsýnt, hvussu væl tær funnu hvørja aðra á vøllinum, og ferð eftir ferð eydnaðist teimum at spæla eina góða avlevering ígjøgnum føroysku verjuna.

Føroyski landsliðsvenjarin, Jan Mølvad Laursen, ásannaði, at okkara gentur vóru langt aftanfyri tær íslendsku uppá allar mátar.

– Vit vistu, at tær fóru at koma við 100 km/t, og í dag komu tær nokk eisini við 110 km/t. Tær spardu seg als ikki, og tí gjørdist tað so eyðsýnt, hvussu nógv betur fyri tær eru. Tær venja hvønn dag í sínum íslendsku feløgum, og tær spæla heilan vøll, meðan okkara gentur fyri tað nógva bara hava spælt hálvan vøll. Alt hetta ger bara, at vit standa langt aftanfyri, og tað sóu vit eisini í dag, sigur Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari.

Hóast føroysku genturnar endaðu kappingina á ein keðiligan hátt, so metir Jan Mølvad Laursen kortini, at tær hava lært eina rúgvu av menningarkappingini, sum hevur verið hesar dagarnar.

– Genturnar hava víst góðan stríðsanda, og tær hava ment seg frá dysti til dyst. Hendan kappingin hevur verið góð á tann hátt, at nú hava tær roynt at spælt á heilum vølli, og nú hava tær eisini sæð, hvørja mótstøðu tær kunnu vænta í framtíðini. Allar hesar royndirnar høvdu tær jú ikki fingið, um ein tílík menningarkapping ikki var, so í síðsta enda hava vit øll fingið eina rúgvu burturúr, sigur Jan Mølvad Laursen at enda.

Samstundis sum Ísland og Føroyar spældu á Tórsvølli, hittust Norðurírland og Wales á Ovara vølli í Gundadali. Úrslitið í tí dystinum gjørdist ein tepur 3-2 sigur til Wales.

Endaliga støðan í kappingini varð, at Ísland fekk fult stigatal, 9 stig, og málmunin 20-1. Wales fekk 5 stig, Norðurírland 3 stig, meðan føroysku genturnar endaðu við einum stigi.

Myndir