Føroyska U16-landsliðið við gentum megnaði at spæla javnleik 1-1 ímóti Wales. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til walisisku gestirnar
Gestirnir á Tórsvølli løgdu seg á odda, tá tíggju minuttir vóru farnir. Mollie Jones skoraði við einum langskoti.

Áskoðararnir á Tórsvølli sóu beinanvegin, at føroyska liðið hevði lært av mongu mistøkunum í gjár, tá tær taptu 0-6 fyri Norðurírlandi. Avleveringarnar vóru neyvari, og stríðsandin var ein heilt annar.

Føroyska liðið var sera álopsinnað, tá tað kom á vøllin í seinna hálvleiki, og tað var bara farin ein góður minuttur, tá Føroyar javnaðu til 1-1.

Hornaspark kom væl inn í walisiska brotssteigin, og har var føroyski liðskiparin, Erla Christiansen, hægst við høvdinum, og hon skallaði bóltin í málið.

Hetta var ein góð løta hjá føroyska liðnum, og var hepni við teimum, fingu tær okkurt mál afturat. Tó má sigast, at Wales átti síðstu tjúgu minuttirnar, har tær løgdu trýst á føroyska málið. Men við góðum stríðsanda, og við einum sera góðum avriki frá málverjanum, Randi á Bergi, eydnaðist at halda javnleikin líka til tíðin var farin.

Hendan kappingin hevur ta reglu, at um ein dystur endar við javnleiki, so er brotssparkskapping. Brotssparkskappingina vann Wales, men tað tóktist ikki at taka gleðina frá føroysku gentunum, sum eftir dystin fegnaðust um javnleikin, og at tær veruliga fingu uppreisn eftir stórtapið í gjár.

Bára Skaale Klakstein, sum er annar av venjarunum, var eftir dystin sera fegin um føroyska avrikið.

– Í dag tora tær at spæla fótbólt, tað tordu tær ikki nóg væl í gjár. Tað vísir seg ofta, at allarfyrsti landsdysturin er torførur at koma ígjøgnum, men tá hann er spældur, mennast leikararnir ofta skjótt.

Føroyski venjarin var eisini sera stolt av stríðsviljanum hjá sínum leikarum, sum var ein heilt annar í dag.

Síðsti dysturin hjá føroysku U16-gentunum verður sunnudagin klokkan 10:00. Tá spæla Føroyar og Ísland á Tórsvølli, meðan Norðurírland og Wales hittast á Ovara vølli í Gundadali.

Tað er ókeypis atgongd til dystin, og tað ber eisini til at síggja hann á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, fsf.fo, sum fer at stroyma dystin beinleiðis.

Myndir

Randi á Bergi